Sethús reist í Vági

Hóast tað seinastu árini eru bygdir fleiri bústaðir í Vági, so er tað langt ímillum at nýggja sethús verða bygd, nú hús vórðu reist í Tøðuni undan jólum. Sum tað sæst á myndunum niðanfyri, so stóðu eini eldri hús á økinum og hesi vórðu tikin niður í summar.

Tá umræður bústaðum, so hevur gongdin í Vági seinastu árini hevur verið, at ungar familjur hava keypt eldri hús, sum so eru umvæld ella at kalla nýgjørd.

Nøkur hús eru bygd seinastu 10 árini og íbúðir eru eisini bygdar við Kykslið. Harumframt eru lutaíbúðir í ger í Mýrunum, sum verða lidnar komandi summar.

Tað eru tó eini 6-7 ár síðani at nýggj sethús eru bygd í Vági, nú sethús vórðu reist í Tøðuni. Upp í Fjallinum eru eisini sethús í ger, so tað legst afturat talinum av bústaðum í Vági – og hetta kemur væl við, tí eftirspurningurin eftir bústaði er stórur í Vági.

Myndirnar tók Torkil Strøm.

Facebook viðmerkingar