Hesar seinastu dagarnir hevur ferð verið á framleiðsluni á virkinum hjá Kirvi í Lopra, nú Kirvi í komandi viku fer á danska marknaðin við vatnfløskum.
Seinastu 9 árini hevur Kirvi selt vatn til føroyska marknaðin. Fyrstu árini í 19 liturs dunkum, men síðan 2015 hevur Kirvi eisini selt vatn á fløskum. Fyrstu tíðina varð tappað í Danmark, men í 2018 gjørdi Kirvi íløgu í egið tapparí, soleiðis at allar fløskur síðani 2019 hava verið tappaðar á virkinum í Lopra. Kirvi selur fløskur í ymiskum støddum frá 0,3 litrar til 1,5 litrar. Vatnið á 0,5 litra fløskum fæst eisini við ymiskum smakki.
Kirvi hevur frá byrjan arbeitt miðvíst við at útflyta vatn og í 2020 varð fyrsta avtalan fingið í hús, tá farið varð undir at útflyta vatn til Kekkia. Síðani eru Slovakia lagst afturat, umframt at vatn verður útflutt til Týsklands til aðrar framleiðslu – og nú fer Kirvi eisini á danska marknaðin, greiður Hallur Augustinussen, stjóri í Kirvi frá.
Avtala er gjørd við danska fyritøku, sum skal taka sær av sølu og útkoyring í Danmark. Á Kirvi hava tey framleitt í gjár og framleiða eisini komandi dagarnar, og fer ein trailari við umleið 50.000 fløskum til Danmarkar í komandi viku.
Nú árið er farið at halla, so kunnu vit bara lata væl at søluni her heima. Samlaða sølan er vaksin við 35% í mun til í 2020, og við vaksandi útflutningi, so sær framtíðin spennandi út, sigur Hallur Augustinussen.
Síðani Kirvi fór undir framleiðslu í Lopra hevur Kirvi framleitt fleiri enn 2 mió. fløskur á virkinum í Lopra.
Facebook viðmerkingar