Nú árið 2021 er farið afturum eru fyribils skattainntøkurnar hjá kommununum kring landið eisini gjørdar upp. Kommunurnar í Suðuroynni fingu tilsamans 164,3 mió. kr. í kommunuskatti í 2021 og er hetta umleið 3,5 mió. kr. meiri enn í 2020, tá kommunurnar fingu 160,8 mió. kr. í kommunuskatti.
Eins og víst í talvuni omanfyri, so fingu fimm kommunur meiri inn í skatti í 2021 samanborið við 2020, meðan tvær kommunur fingu minni inni í skatti.
Størsta lutfalsliga vøksturin í kommunuskatta-inntøkum hevði Fámjins kommuna, sum hevði ein vøkstur á 12,41%. Størsta vøksturin í krónum hevði Tvøroyrar kommuna, har skattainntøkurnar vuksu við 2,2 mió. kr., svarandi til 3,5%.
Í Sumbiar kommunu vuksu inntøkurnar við góðum 400.000 kr., sum svarar til ein vøkstur á góð 4,0%. Í Vágs kommunu var vøksturin góðar 735.000 kr. ella góð 1,6%. Í Hvalbiar kommunu var vøksturin 115.000 kr. svarandi til smá 0,5%.
Í Porkeris kommunu vóru inntøkurnar á leið tær somu í 2021 sum í 2020, tó talan var um eina lítla minking á smáar 10.500 kr., svarandi til eina minking á 0,1%. Í Hovs kommunu var hinvegin talan um stóra minking, tí kommunuskattainntøkurnar minkaðu við góðum 370.000 kr., ella 11,5%.
Facebook viðmerkingar