Grønlendski rækjutrolarin Avataq, har Tordar Dimon úr Vági er skipari, er á veg inn av rækjufeltinum vestanfyri Grønland. Í lastini er metstór last, heili 1.003 tons av rækjum og er hetta størsta rækju-last, sum er fiskað í Grønlandi ein túr. Vit hava stúva gott hendan túrin og 1.003 tons er ein stór last, sigur Tordar Dimon í stuttari viðmerking, nú teir sigla inn til Nuuk at landa.
Gamla metið, sum var 927 tons, átti Avataq eisini, so teir hava brotið gamla metið, sum teir sjálvur átti, við góðum 75 tonsum.
Facebook viðmerkingar