Várskeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjað

Mánadagin byrjaði várskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, tá 47 næmingar komu saman í næmingaheiminum hjá Ítróttaháskúlanum.

Eftir kunning og samansjóðingartiltøk byrjaði intro-túrurin og í ár gekk leiðin til Hvalbiar, har næmingarnar m.a. eru farnir undir at ganga fjallatoppar í norðaru helvt av Suðuroynni.

Teir 47 næmingarnir eru í aldrinum frá 16 til 24 ár. Á várskeiðinum eru næmingar úr Føroyum, Danmark og Sveiss. Várskeiðið varir í 20 vikur.

Facebook viðmerkingar