Undan jólum vórðu reist nýggja sethús í Tøðuni í vestara parti av Vági og var hetta fyrsta sethúsið, sum er nýbygt í Vági, í eini 6-7 ár.
Í dag varð so enn eitt nýtt sethús reist í Vági, hesaferð uppi í Fjallinum.
Býlingurin uppi í Fjallinum tók skap síðst í 1980árunum og eru tað nógv ár síðani at nýggj sethús eru bygd í Fjallinum, hóast nøkur grundstykki hava verið tøk.
Flestu kommunalu grundstykkini í Fjallinum eru nú seld og í dag vórðu eini sethús reist í Fjallinum, og sum skilst eru onnur sethús eisini ávegis í Fjallinum.
Facebook viðmerkingar