Nú vit eru komin væl áleiðis inn í 2022, vóna vit í Frelsunarherinum at flest øll eru komin væl inn í tað nýggja árið.
Árið byrjaði, sum tað endaði – við koronasmittu, avmarkingum og sóttarhaldi. Nú vóna vit tó, at innan ikki alt óv langa tíð, kunna vit leggja hesa farsótt, afturum okkum og hyggja frameftir.
Í hesum sambandið, og aftaná tað sum er komið fram á tíðindafundinum í morgun, vilja vit kunna um, at virksemi hjá okkum í Frelsunarherinum byrjar aftur týsdagin 1 februar og veður tá vikuskráin henda:
Mánadag kl 19.00 Bíbliu- og bønarmøti
Týsdag kl 09.30 ”Orðið á borðið”
Ónsdag kl 20.00 Heimaforbundið
Sunnudagin kl 12.00 Sunnudagsskúli
Kl 17.00 Møti
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vit vilja somuleiðis eisini takka fyri góðan stuðul í samband við árliga ”Jólagrýtu” átakið sum vit høvdu uppundir jól 2021 her í Suðuroynni, har peningurin sum verður latin, fer óskerdur til hjálparbeiði hjá okkum í oynni og runt um í Føroyum.
Eisini ein tøkk fer til handlarnar í oynni sum altíð vísa okkum stóra vælvild og hesaferð vóru tað handlarnar FK á Tvøroyri, Torgið og Garðarnar í Vági.
Tað vísir seg at vit seta met fyri hvørt ár og tað eru vit sera fegin um. Peningurin sum kom inn hesarferð var 28.672 kr og tað kom fleiri familjum í oynni til góðar.
Eitt er hjálp til jólar, men tað eru tó nøkur sum stríðast fíggjarliga alt árið og gevur hesin peningur okkum møguleika at kunna hjálpa, ikki bert á jólum.
Takk fyri at tú hjálpir okkum at hjálpa øðrum.
Frelsunarherurin Vági tlf 373150
Facebook viðmerkingar