Leygardagin (í morgin) tann 29. Januar klokkan 15:00, bjóða vit til kaffi, te og kakur, í Savninum á Gørðunum, í samb. við at D. J. Vilhelm verður 125 ár og Garðahandilin verður 162 ár.
Okur halda eina hugnaløtu nú feløgini D. J. Vilhelm (Dánial Johan Vilhelm) fyllir 125 ár og Garðahandilin gert 162 ár. Feløgini vóru sett á stovn ávíkavist í ár 1860 og ár 1897.
Annars hevur Óli Jacobsen skrivað eina grein í Dimmalætting í dag, um kistuna frá sluppini Bellu sum fórt undir Íslandi í ár 1882, hesa kistu lat Christian Vestergaard Savninum á Gørðunum í ár 2020.
Vit hava fingið nakrar persónar at siga onkrar søgur, sum gingu fyri seg her á økinum.
Okur eru eisini klár/ir við mikrofonini, um onkur hevur eina søgu at siga frá, um eitt ella annað ella okkurt sum gekk fyri seg her á økinum. Frá gamlari tíð ella nútíðini.
Svein í Prestgarði og Arnfinnur Thomassen syngja fyri og kanska syngja onkrar sangir sjálvir.
Niels Petur Nolsøe NePtuN hevur gjørt ein sang, sum hóskar sera væl til løtuna.
Vælkomin á Garðarnar
Facebook viðmerkingar