Í sera spennandi dysti í Vágs Høll seinnapartin vann VB fyrsta dystin í 2022, tá VB-kvinnurnar tóku ímóti Stíf í Vági.
Dysturin endaði við einum 24-20 sigri til VB. Hálvleiksstøðan var 9-9. Hetta er 3. dystur millum liðini bæði í ár. Teir fyrstu báðir dystirnar vann Stíf – fyrst 23-17 á Skála í september, síðani 32-20 í Vágs Høll í november, men í dag vann VB so 24-20.
Málskjúttarnir hjá VB vóru hesir:
Gurið K. Augustinussen 8 mál
Helga E. Kjærbo 7 mál
Durita K. Hjelm 5 mál
Una Nolsøe 2 mál
Barbara K. Hjelm 1 mál
Bára K. Mortensen 1 mál
Facebook viðmerkingar