Jákup og Sámal vunnu 4. umfar í sjavs

Tórskvøldið 27. januar var 4. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag. Hetta umfarið vunnu Jákup Joensen og Sámal Poulsen.

Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Jákup Joensen og Sámal Poulsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Magni Augustinussen og John Nilssen, 3 stig hvør
Nr. 3. Petur Gærdbo og Sverri Magnussen, 2 stig hvør
Nr. 4. Birgit Midjord og Petur Midjord, 1 stig hvør.

Næsta sjavskapping verður tórskvøldið 3. februar kl. 18.30 og spælt verður sum vant vesturi í VBhúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar