FC Suðuroy á Eiðinum, TB í Fuglafirði

BySuðuroyarportalurin

9. oktober 2026

Í vikuskiftinum er 25. umfar í 1. deild hjá monnum. Trý umfør eru eftir at spæla og tað er longu greitt, at B71 og FC Suðuroy flyta upp í Meistaradeildina, men tað er ikki greitt hvør flytur niður í 2. deild.

Eitt av liðunum, sum liggur til niðurflyting, er HB. Og FC Suðuroy tekur nettupp ímóti HB á Eiðinum í Vági leygardagin. Dysturin byrjar kl. 15.00.

TB skal til Fuglafjarðar har ÍF tekur ímóti. Hvørki TB ella ÍF hava nakað veruligt at spæla fyri annað enn at kappast um 4. plássið. ÍF hevur í løtuni 37 stig og TB hevur 31 stig. Dysturin í Fuglafirði byrjar kl. 13.00.

Dystirnar í 25. umfari eru annars hesir:

Facebook viðmerkingar