Ítróttarháskúlin ferð aftur í ár at gera sítt ískoytið til ársins Virkin Vágur. Í ár verður tað “walking football” til seniorar, sum verður á skránni.
Talan er um konsept, sum Miriam Norðberg, leiðari á Ítróttaháskúlanum, hevur skrivað eina uppgávu um á universitetinum, og sigur Miriam, at hetta er eitt frálíkt alternativ til seniorar, sum ynskja hjartastimbrandi venjing og samstundis hugnaliga felagsskapin, sum ein kanska kennir aftur frá ungdómsárinum í liðítrótti
Hvat er walking football?
Miriam greiður frá: Í stuttum, so byrjaði hetta sum ein rørsla í Bretlandi, har seniorar sum høvdu eina fysiska avbjóðing (sum serliga ikki kundu ella orkaðu so væl at renna) saknaðu eitt alternativ til at halda seg í rørslu, har tey bæði fingu eina nostalgiska kenslu og har felagsskapur (sum er størsti motivatiónsfaktorurin) var í hásæti. Út frá hesum ynskinum fekk hetta konseptið lív.
Man hevur tikið tær vanligu fótbóltsreglurnar og tillagað tær soleiðis, at øll kunnu vera við og samstundis fáa pulsin upp. Í stuttum, so hevur man minkað um vøllin, man hevur bert lov til at ganga, og bólturin má ikki skjótast yvir høvdið.
Í dag er fleiri túsund walking football lið, og í ár verđur fyrsta HM hildið, har lond kring allan heimin luttaka. So hvør veit, kanska vit senda eitt lið til HM um nøkur á, sigur Miriam Norðberg.
Walking football verður í Vágs Høll týsdagin 15. februar kl. 9 – og øll eru hjartaliga vælkomin til ein øðrvísi, stuttligan og gevandi tíma við walking football.
Facebook viðmerkingar