Føroyskir rógvarar luttaka í DM í inniróðri

Føroyskir rógvarar fara í vikuskiftinum at luttaka í DM í inniróðri, sum verður í Gladsaxe høllini í Søborg. Talan er um 12 rógvarar, sum Róðrarsamband Føroya hevur tikið út eftir, at hesi hava luttikið í úttøkukappingum á heysti í 2017.

Hópurin, sum skal kappast, fór úr Føroyum í dag, og er talan um ein blandaðan hóp av ungum rógvarum. Teir eldru rógvararnir luttóku í EM í inniróðri í desember og skulu aftur til HM í inniróðri í februar. Tó hava nakrir valt at luttaka í DM eisini.
Róðrarsamband Føroya er seinastu árini farið undir eina miðvísa tilgongd fyri at økja um áhugan fyri inniróðri í Føroyum. Ein sjálvsagdur liður í hesari tilgongd er luttøka í altjóða kappingum, eisini fyri yngru rógvararnar. Afturat hesum gjørdi Róðrarsamband Føroya í 2017 fyri fyrstu ferð av at seta ein landsliðvenjara í inniróðri.

Úrslitini frá EM í inniróðri í desember 2017 vísa, at miðvísa arbeiðið hjá Róðrarsambandinum hevur borið ávøkstur og ein sera týdningarmikil partur av hesum arbeiðinum er sjálvt ungdómsarbeiðið, sum skal leggja lunnar undir eina bjarta framtíð fyri bæði inniróðurin og føroyska kappróðurin. Róðrarsambandið og rógvararnir eru sera spent til kappingina, og vónirnar eru góðar.

Teir yngru rógvararnir, sum skulu kappast, eru:
Nikoba Helgadóttir í Gong – Junior B gentur 16 ár – 2000m
Elin Døgg Súnadóttir – Junior B II gentur 15 ár – 2000m
Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen – Junior B II gentur 15 ár – 2000m
Jannik Kambskarð Dalfoss – Junior B II dreingir 15 ár – 2000m
Unnur Wenningsted á Tórgarði – Junior C gentur 14 ár – 4 minuttir
Emma Langaard Nagurset – Junior C gentur 14 ár – 4 minuttir
Helgi Olsen – Junior C dreingir 14 ár – 4 minuttir
Sunneva Lamhauge Leo – Junior C II gentur 13 ár – 3 minuttir

Umframt teir yngru rógvararnar eru eisini fýra eldri rógvarar, sum hava valt at taka lut í DM í inniróðri. Hesi eru:
Toni Dam – Herre Veteran tungvekt 50 – 59 ár
Bergur Robert Dam Jensen – Herre Veteran lættvekt 30 – 39 ár
Jón Nónklett – Herre Veteran tungvekt 30 – 39 ár
Sarita Kristina Hansen – Dame Veteran lættvekt 30 – 39 ár

Aftuat vanliga kappingarteininum eru flestu rógvararnir eisini tilmeldaðir eina sprint kapping og eina stafett kapping. Sostatt kann sigast, at talan verður um ein dag, har kappast verður á tamb.

Kappingarnar verða stroymdar á heimasíðuna hjá Dansk Forening for Rosport – www.roning.dk. Leinkja til stroymingina verður eisini løgd út á føroysku róðrarportalarnar

Facebook viðmerkingar