Sunnudagin verður 1. umfar í Betrideildini hjá kvinnum á Eiðinum í Vági. Dysturin var upprunaliga lagdur við Stórá í Trongisvági, men 1. deildardysturin millum TB og ÍF er fluttur til sunnudag, tí spælir Betrideildin hjá kvinnum á Eiðinum.
Tað eru 10 ár síðani at dystur var á Eiðinum í bestu kvinnudeildini, tá FC Suðuroy spældi í bestu kvinnudeildini. Nú er besta kvinnudeildin í Suðuroynni skipað í felagsliði TB/FC Suðuroy/Royn við leikarum úr allari oynni.
Venjarar hjá kvinnuliðnum eru Jón Pauli Olsen, Martin Bogi Einarson og Allan Smedemark. Jón Pauli Olsen sigur, at hetta er liður í at byggja upp kvinnufótbóltin í Suðuroynni. -Vit hugsa ein dyst í senn, men hugsa eisini samstundis 3 ár fram – og eru fullgreið um, at tað er eru stórar avbjóðingar fyri framman.
Dysturin á Eiðinum sunnudagin millum TB/FCS/Royn og Víking byrjar kl. 14.30.
Kelda: www.fcsuduroy.com
Facebook viðmerkingar