Tórsdagin skipaði Susvim fyri stuðulssvimjing í Páls Høll. Umleið 50 svimjarar hjá Susvim svumu í 60 minuttir – eldri svimjararnir 50 m hvørja ferð, meðan tey yngstu svumu 25 m hvørja ferð.
Nógv foreldur og avvarandi vóru komin at heppa. Og eftir stuðulssvimjingina bjóðaði Susvim ein kaffimunn og okkurt gott afturvið og pitsa og saft til svimjararnir.
Tá saman um kom høvdu teir 50 svimjararnir svomið útvið 10 km til stuðulssvimjingina.
Susvim heilsar og takkar øllum hjartaliga fyri stuðulin.
Facebook viðmerkingar