Dansibandsfestivalurin í Vági byrjaði tórskvøldið, men 1. stóri dagurin á Dansibandsfestivalinum var fríggjakvøldið og talan gjørdist um eitt heilt fantastiskt kvøld, sum byrjaði við stóra kalda borðinum í Vágs Høll, har tað vóru fleiri enn 400 fólk, síðani tónleik frá Finni S. Olsen og kvøldið endaði við dansi við Ingemars.
Leygardagsskráin á Dansibandsfestivalinum er eisini fjølbroytt og byrjar nú kl. 10 í morgun við gongutúri í vøkru náttúruni kring Vág. Skráin fyri leygardagin er hendan:
Leygardagin 7. mai 2021
Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 14.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Havstein Klein, prestur, prædikar. Hans Jacob Hjelm framførir undir gudstænastuni.
Kl. 15.30-17.00 Line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen í Vágs Høll. Tiltakið kostar 100 kr – er íroknað vikuskiftipassum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er oksasteik, glaseraði eplir, carottir, salat og piparsós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Magnus Magnussen. Kostnaður 300 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Contiki og Sommerson Band. Kostnaður 300 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 04.00 Dansurin endar.
Facebook viðmerkingar