SuSvim fer aftur í ár at skipa fyri havsvimjing leygardagin á jóansøku. Møtt verður í Páls Høll kl. 18 ella eftir kappróðurin er liðugur. Svomið verður frá bátahylinum og út til Páls Høll, teinurin er umleið 3-400m.
Heiðursmerki verða handaði aftaná svimjingina. Tað er ikki neyðugt at melda seg til, tað er bara at møta upp – og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Susvim.
Facebook viðmerkingar