Umvælingararbeiði á ein av høvuðsmotorunum hjá Smyrli gongur framá, tó mugu suðuroyingar brynja seg við toli teir næstu dagarnar.
Seinasta dagføringin úr maskinrúminum er, at tann luturin sum trupulleikar hava verið við, skal sendast av landinum til umvælingar. Luturin verður sendur til Danmarkar, har hann skal á eina smiðju hjá Wårtsila í Hirtshals.Ætlanin er, at hann verður sendur við flogfrakt í morgin árini.
So leingi sum arbeiðið stendur uppá, siglur Smyril við 3 motorum, og tískil kunnu onkrar smávegis seinkingar fyrikoma.
Kunnað verður, tá ið brekið er rættað, og skipið aftur siglir við fullari maskinorku.
Facebook viðmerkingar