Hóast fyrivarni skulu takast fyri at samanbera gongdina í føroyska og danska brúkaraprístalinum, so vísir tað seg nú, at miðalvøksturin í føroyska og danska brúrkaraprístalinum hevur verið tann sami í 2022.
Sambært Hagstovu Føroya var miðal vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum 7,7% í 2022. Hetta er sami vøkstur sum í Danmark. Sambært Danmarks Statistik var miðal vøksturin í danska brúkaraprístalinum eisini 7,7% í 2022[1].
Samanberingin av føroyska og danska brúkaraprístalinum skal tó takast við fyrivarni. Føroyska brúkaraprístalið verður gjørt upp kvartárliga, meðan danska brúkaraprístalið verður gjørt upp mánaðarliga. Harumframt er grundarlagið fyri uppgerðini av føroyska brúkaraprístalinum ikki heilt tað sama, sum Danmark og hini ES-londini brúka.
Í nýggjastu frágreiðing sínari um føroyska búskapin frá 9. januar í ár, skrivar Danmarks Nationalbank soleiðis: “Samanbering av føroysku prísgongdini við gongdina hjá øðrum londum er ikki heilt gjøgnumskygd (samanberilig), tí vektirnar í brúkarakurvini í Føroyum ikki verða dagførdar leypandi. Vektirnar eru grundaðar á eina brúkarakanning frá 2007, so at útroknaða inflasjónin verður roknað eftir, at nýtslumynstrið hjá føroyingum ikki er broytt síðan tá. Eftirsum at fólk vanliga broyta nýtslu í mun til vørur, ið gerast lutfalsliga bíligari, merkja fastar vektir, at inflasjónin sannlíkt er mett í ovara lagi. Var sama grundarlag nýtt í Danmark, hevði inflasjónin í 3. ársfjórðingi í 2022 verið eitt gott prosent hægri.”
Tað er eisini vert at viðmerkja, at vøksturin í orkuprísunum hevur verið væl lægri í Føroyum enn í Danmark og londunum niðri í Evropa, har gongdin í gassprísunum hevur havt stóra ávirkan á orkuprísirnar í 2022. Føroyingar brúka so at siga ikki gass. Í 3. ársfjórðingi í 2022 stóð orkuprísvøksturin fyri 2,5% av føroysku inflasjónini og 3,4% av donsku inflasjónini[2].
[1] Forbrugerprisindeks – Danmarks Statistik (dst.dk)
[2] Danmarks Nationalbank 9. januar 2023: Hákonjunkturur og vaksandi tørvur fyri broytingum, síða 3.
Kelda: Vinnuhúsið
Facebook viðmerkingar