Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, á VØRN. Stjórin, Óli Hans Olsen, tók ímóti, og saman við starvsfólkum á stovninum varð kunnað um arbeiðsuppgávurnar og ætlanirnar, sum VØRN arbeiðir við.
VØRN er ein av týðandi stovnunum í landinum, sum bæði hevur ábyrgdina av fiskiveiðieftirliti við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. VØRN hevur eisini ábyrgdina av MRCC, sum m.a. hevur ábyrgdina av leiting og bjarging á føroyskari havleið. Eisini er Veðurstova Føroya deild undir VØRN.
Samgongan hevur sett sær fyri at styrkja VØRN og ítøkiliga eisini at økja um eftirlitið og uppraðfesta eygleiðarar umborð á fiskiskipum.
Kelda: www.fisk.fo
Facebook viðmerkingar