Nýtt vaktar- og bjargingarskip

BySuðuroyarportalurin

1. oktober 2026

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 verða 4 mió. kr. settar av til at projektera nýtt vaktar- og bjargingarskip, sum skal avloysa 50 ára gamla Tjaldrið.

Endamálið er at tryggja Føroyum eina tíðarhóskandi tilbúgving og fiskiveiðieftirlit, sum kann røkja tær uppgávur og skyldur, sum Føroyar hava á sjónum, eisini í altjóða høpi. Harumframt er nýtt skip ein fortreyt fyri at styrkja føroysku olju- og umhvørvistilbúgvingina og stytta um responstíðina til bjargingar.

Føroyska sjóøkið røkkur 400 fjórðingar úr enda í annan, og dagliga eru í miðal omanfyri 100 skip í føroyskum sjógvi. Skipaferðslan er vaksin, og krøvini til bjarging, eftirlit og tilbúgving eru størri enn nakrantíð áður.

Broytta trygdar- og verjupolitiska støðan í Norðuratlantshavi hevur við sær, at okkara øki fær vaksandi ans í strategiskum høpi. Eitt nýtt vaktar- og bjargingarskip fer at geva Føroyum betri møguleikar at luttaka í felags venjingum, verja sjókaðalar o.a. undirstøðukervi á botni og røkja logistiskar uppgávur í samstarvi við grannalond og sameind.

Arbeitt verður víðari komandi árini, soleiðis at nýtt skip vónandi verður klárt í 2030. Samlaði byggikostnaðurin fyri eitt skip í hesum klassanum er mettur til umleið 300 til 400 mió. kr.

Mynd: Skipalistin

Facebook viðmerkingar