Fríðin Ziskason nýggjur leiðari á Varðanum Pelagic

BySuðuroyarportalurin

1. oktober 2026

Norðlýsið: Fríðin Ziskason er settur sum nýggjur framleiðslu- og innkeypsleiðari á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Eftir ætlan byrjar hann í starvinum 1. januar 2027.

Jákup Eli Thomsen, stjóri á Varðanum Pelagic, váttar setanina fyri Norðlýsinum.

Stjórin upplýsir, at felagið seinastu tíðina hevur verið í eini setanartilgongd, sum nú er endað við, at Fríðin Ziskason er settur í starvið.

Facebook viðmerkingar