Vágs Kommuna hevur sett Majken Sandá í starv, sum nýtt trivnaðarfólk.
Starvið, sum trivnaðarfólk, er eitt samansett móttøku-, samskipara- og skrivstovustarv. Trivnaðarfólkið kemur at røkja móttøkuna í kommununi og samskipað og fyriskipað tiltøk, sum tæna kommununi í breiðum høpi. Trivnaðarfólkið kemur eisini at røkja skrivstovuuppgávur, sum antin standast av áðurnevndu uppgávum hjá trivnaðarfólkinum og aðrar fyrisitingarligar uppgávur í umsitingini.
Majken er ikki ókend í kommununi. Hon hevur verið avloysari í Miðlatúni frá 2019 og til hon gjørdist skrivstovulærlingur í 2021, og eftir lokna læru hevur Majken starvast í Miðlatúni. Umframt hetta, so hevur Majken starvast í fíggjarheiminum, sum bankaatstøðingur. Majken er eisini útbúgvin kosmetolog og hevur verið sjálvstøðuvinnurekandi í 14 ár.
Majken byrjar í dag, 1. februar 2023, sum trivnaðarfólk í kommununi.
Kelda: Vágs Kommuna
Facebook viðmerkingar