Í morgin fríggjadagin 3. februar eru 20 ár síðani, at Kristin Michelsen á fyrsta sinni var valdur til borgarstjóra á Tvøroyri, og neyvan hevði hann tá givið sær far um, at hann nú 20 ár seinni, framvegis skuldi sita í borgarstjórasessinum.
Hetta er tó veruleikin hjá froðbinginum, sum fór í farloyvið úr borgarliga skrivstovustarvi sínum sum fulltrúi á sýsluskrivstovuni í 2003, tá hann fekk í boði at blíva valdur borgarstjóri á Tvøroyri, eftir at táverandi borgarstjórin, Finnleif Guttesen gjørdi av, at leggja frá sær í úrtið, eftir at hava røkt starvið í 2 ár.
Kristin hevur bankaútbúgving og starvaðist í gamla Sjóvinnubankanum frá 1973-1978. Eisini er hann útbúgvin timburmaður, eitt yrki hann røkti frá 1978-1984. Frá 1981-2003 starvaðist Kristin sum eykaløgreglumaður og fulltrúi á sýsluskrivstovuni í Suðuroynni.
Kristin er føddur 30. juni 1956 og sonur Vilborg og Mikkjal Michelsen, ið búði undir Heygnum á Tvøroyri. Har vaks hann upp saman við tveimum eldri beiggjum Niels Jacob og Daniel Jacob, samt við tvíburabróðrinum Poul Juul, yngra beiggjanum Vilmund og systrini Sóley. Abbin í móðurætt er ongin minni enn mæta Hargaskaldið Pól F, sum mesta av ævini búði á Hamri í Froðba, haðani hann krøkti seg so fastan í føroyska mentanararvin, at hansara orð aldri tagna.
Metaforiska lýsingin av borgarstjóranum og verkskapsmanninum Kristin Michelsen, sæst í stóran mun aftur í rættuliga beinraktari røðu av Tobba, sum altíð við dugnaligum orðavalið myndaði abban úr Hørg, sum verandi:“Yrkjarin, ið fjakkaði frá tí eymasta til tað harðasta, frá tí stillasta til tað villasta, frá tí mest viðkvæma til tað djarvasta, sum var sparringspartnari hjá fleiri ættarliðum, sum átók sær herskna leiklutin, at perspektivera tjóðina í andaligum, mentanarligum og politiskum viðurskiftum”
“Eg elski fjøllin himnahá við stinnum tindum, ið loftskýggj ná, og grønum líðum, frá fyrndartíðum tey stóðu svá.“ | “Eg elski áir og fossalag, hin væna hagan, har fuglur kvað, og vøtn og tjarnir, har sól og stjørnir seg spegla á“ |
“Ramar risti hann rúnirnar” eru sum ein heilsan frá farnari tíð til abbasonin, borgarstjóran og fyrrv. Løgtingsmannin Kristin Michelsen, sum eins og skaldið er stuttligur, áhaldin, bondskur, revsandi, savnandi, vísur, eymur og kærleiksfullur við vaml fyri kávalótum.
Kristin bleiv valdur fyrstu fer í býráðið á Tvøroyri á samgongulistanum í 1988 við 88 atkvøðum, har hann sat eina setu sum vanl. býráðslimur. Kristin valdi ikki at stilla upp aftur, fyrr enn á valinum í ár 2000, har hann bleiv valdur á lista D við 87 atkv. og valdur sum borgarstjóri í 2003. Til kommunuvalið 9. november 2004 bleiv Kristin toppskorðari við 225 atkv. á lista C. Í 2008 bleiv hann aftur valdur á lista C við 298 atkv. Í 2012 á lista C við 239 atkv. og í 2016, við 297 atkv. á Kommunulistanum. Til seinasta kommunuval 10 nov. 2020, var Kristin uppstillaður á Felagslistanum, har hann fekk 285 atkv.
Kristin stillaði eisini upp til Føroya Løgting í 2011 og varð valdur inn við 393 atkvøðum, næst flest á lista C hjá Javnarflokkinum. Í 2015 varð hann aftur valdur í løgting fyri Javnaðarflokkin við 302 atkv. og í 2019 varð hann valdur inn fyri Sjálvstýri við 298 atkv. Í løgtinginum hevur Kristin røktað fleiri álitissessir, eitt nú nevndarlimur í Rættarnevndini, Uttanlandsnevndini og Fíggjarnevndini.
Kristin er heimstaðarvinur um ein háls, búsitandi í Froðba og er giftur við Joan Michelsen úr Hvalba og eiga tey dóttrina Halldis.
Tvøroyrar Kommuna, á Kyndilsmessu 2023