Eyðfinn og Rask fingu eitt annað pláss

ByMagnus Pauli West

22. november 2026

Eyðfinn Joensen úr Vági luttók í dag í seyðahundakapping, og tað eydnaðist honum at vinna eitt flott annaðpláss.

Kappingin fór fram í Vágadali vesturi í Vágum, har Eyðfinn luttók saman við seyðahundinum Rask. Teir báðir stóðu seg sera væl og endaðu á øðrum plássi í flokki 1.

Eyðfinn eigur hundin saman við unnustuni, Maluni Mariu í Haraldstovu, og hava tey bæði staðið fyri venjingini av Rask.

Facebook viðmerkingar