Tað lógu heilar 3,4 milliónir krónur eftir til eigararnar tá gjørt var upp fyri árið í fjør hjá fyritøkuni Rock Trawldoors við heimstaði í Vági. Tað skal samanberast við einans 274 túsund krónur árið frammanundan og 938 túsund krónur um miðal verður roknað fyri seinastu 16 árini, sambært yvirliti hjá vinnuvitan.biz.
Eisini bruttovinningurin, sum var 8,8 milliónir krónur, var betri enn nakrantíð. Goldnar vórðu 5,5 milliónir krónir í lønum í fjør, sum er áleið tað, fyritøkan hevur goldið tey seinastu nógvu árini.
– Høvuðsvinna felagsins er at reka framleiðsluvirksemi innan fiskireiðskap, stendur í frágreiðingini, har leiðslan annars er fámælt viðvíkjandi gongdini.
Fíggjarstøðan javnvigaði við ársbyrjan á 13,2 milliónum krónum, og eginognin var góðar 12 milliónir.
Stjóri er Arni Djurhuus Brattaberg.
Kelda: vp.fo
Facebook viðmerkingar