Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur svarað løgtingsmanninum Erhardi Joensen

Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur svarað §52 fyrispurningingi frá Erhard Joensen, løgtingsmanni, um fígging av Suðuroyartunlinum

Í svarinum verður m.a. sagt:

Viðvíkjandi lánsmøguleikum kann P/F Suðuroyartunnilin taka lán við inntøkutrygd frá landinum. Við hesum leisti veitir landskassin trygd fyri, at árliga lánsupphæddin fellur til gjaldingar. Lánið fellur ikki til gjaldingar undir einum. Landskassin tryggjar teimum, ið lána pening til verkætlanina, at tey fáa árligu lánsgjøldini, umframt rentur, til tíðina. Hesin leistur bleiv nýttur til at fíggja Eystur- og Sandoyartunnilin.

Landsbankin mælir til, at landið tekur lán til alla verkætlanina og endurlænir tunnilsfelagnum peningin. Felagið lænir tá peningin við somu treytum sum landskassin og fær sambært Landsbankanum harvið tær bestu lánstreytirnar.

Tá ymsir fíggingarleistir verða umrøddir, er eisini viðkomandi at hava í huga, at tá fast vegasamband verður millum Suðuroy og meginlandið, sleppur landið undan rakstrar- og íløgukostnaði til Suðuroyarsiglingina.

Í 2022 vóru samlaðu útreiðslurnar til Suðuroyarleiðina 137 mió. kr. Harav fóru 100 mió. kr. til rakstur av Smyrli og Herjólfi, og 37 mió. kr. til dokkingar og viðlíkahald av báðum skipum. Um hugt verður at miðaltalinum fyri tíðarskeiðið 2019-2023 (2023 er mett tal), so eru útreiðslurnar til dokkingar av Smyrli og tilhoyrandi viðlíkahald 18 mió. kr. árliga og rakstrarútreiðslurnar (netto) 72 mió. kr. árliga. Miðaltalið fyri samlaða kostnaðin av Smyrli fyri tíðarskeiðið 2019-2023 er sostatt uml. 90 mió. kr. Um Herjólfur er roknaður við, er talið 98 mió. kr. Ein nýggjur Smyril verður leysliga mettur at kosta 1 milliard krónur.

Alt svarið kann lesast her.

Facebook viðmerkingar