Kommunulækni settur í starv á Tvøroyri

Heilsutrygd hevur sett Davíð Guðnason í fast starv sum kommunulækna í Suðuroyar læknadømi, har hann kemur at starvast í viðtaluni á Tvøroyri.

Davíð Guðnason

Davíð Guðnason nam sær embætisprógv í læknafrøði í juni 2014 og hevur seinasta árið arbeitt í Læknahúsinum í Gundadali sum liður í serlækna- útbúgvingini.

Dávið Guðnarson verður ynsktur vælkomin í starv á kommunulæknaviðtaluni á Tvøroyri, har hann byrjar 13. mars 2023.

Heilsutrygd og Tvøroyrar Kommuna

Facebook viðmerkingar