Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, á vitjan hjá ÍSF

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, á vitjan hjá ÍSF
Í farnu viku var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna og mentamálum, á vitjan hjá Ítróttasambandi Føroya. Hon varð kunnað um virksemið hjá sambandinum, um strategiina og framtíðarætlanir. Endamálið hjá ÍSF er at stimbra føroyskan ítrótt og rørslu í felagsskapi, og øll skulu vaksa í ítróttaliga felagsskapinum. Felagsskapur sum grundarlag undir øllum skipaðum ítrótti er eitt kjarnuvirði hjá ÍSF.

Landsstýriskvinnan fegnaðist um alt arbeiðið, sum verður gjørt fyri at spjaða ítróttagleði og elva til rørslu.

Tað snýr seg um rørslu alt lívið, frá barndómi, ungdómi og til vaksnamannaaldur.
Sirið Stenberg nýtti høvið at spyrja, hvussu støðan er við at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC), tí hon heldur, at tað er sjálvsagt og hevur stóran týdning, at hetta málið verður nátt. ÍSF upplýsti, at eitt støðugt arbeiði fer fram fyri at røkka hesum máli, og tað fegnaðist landsstýriskvinnan um.

Á myndini:
Hávardur Vatnhamar, starvsnevndarlimur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
Kerstin Laksáfoss, starvsnevndarlimur
Magnus Tausen, varaforseti

Facebook viðmerkingar