Leiðsluskrivari við samskiftishegni søkist
Okkara verandi leiðsluskrivari, ið hevur tænt SSL leingi og væl, hevur valt at taka við nýggjum avbjóðingum, og tí er hetta spennandi og fjølbroytta starv leyst at søkja.
SSL hava ábyrgdina av almennu føroysku felagsferðsluni, og við umleið 1 millión ferðafólkum um árið á sjógvi og landi keðir ein seg aldrin sum partur av starvsfólkaliðnum hjá SSL.
Sett er eisini út í kortið at endurnýggja ferjurnar hjá SSL, eins og orðast skal eitt nýtt álit um okkara vøkru og dragandi útoyggjar.
Starvsuppgávur tínar verða hesar:
· Innanhýsis samskifti: Umsita Messuna, intranetið hjá SSL við alskyns kunning
· Uttanhýsis samskifti: Umsita www.ssl.fo og vera við til at sjónliggera SSL úteftir
· Skrivari hjá stjóra og leiðslubólki
· Samskipa fundir og setanir
· Journalin: Ábyrgd og uppfylging av málsviðgerð
· Móttøkan á Sjógøtu: Telefon. Postur. Vitjanir
· Skrivarauppgávur annars og rættlestur
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín egna dám á. Tú fært ein sjálvstøðugan arbeiðsdag, til tíðir strævin, men mennandi við góðum møguleikum fyri skeiðum og eftirútbúgving.
Fyrimunur er, um tú hevur viðkomandi útbúgving, royndir og førleikar innan fyrisiting og samskifti. Sera gjarna mást tú hava hegni at skriva lætt og rætt. Tú dugir væl at samstarva og samskipa.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Lønar- og setanartreytir verða avtalaðar samsvarandi starvsroyndum og fakligum førleikum. Góðir møguleikar eru fyri upplæring.
Umsóknarfreist
Send umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum til ssl@ssl.fo í seinasta lagi 6.mars 2023. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Elin Jacobsen, starvsfólkaleiðara, umvegis teldupost elj@ssl.fo.
Facebook viðmerkingar