Savnsvørður til Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavn

Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavn søkir eftir savnsvørði til tíðaravmarkað starv. Savnið skal eftir ætlan vera
opið frá 1. mai til miðjan septembur. Men byrjast kann nakrar vikur áðrenn og møguliga halda á fram nakað aftaná, fyri at fyrireika sýningar og skipa goymslurnar.


Um Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavn
Savnið er í Gl. Doktarahúsinum á Tvøroyri og varðar av eini stórari samling av lutum og eisini øðrum
bygningum, m.a. Gestastovuni og Bakkasiggu, eini lítil sethús, sum eru í ferð við at verða sett í stand.


Útbúgving og royndir
Viðkomandi útbúgving sum t.d. søgufrøðingur og/ella royndir er ein fyrimunur.


Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
– At taka sær av dagliga virkseminum á savninum
– At seta upp og gera skiftandi sýningar og at miðla hesar
– At skipa fyri tiltøkum
– At savna lutir
– Skráseting
– Skipa goymsluna
– Starvið kann, í samráð við nevndina, koma at fevna seg um samskipan av viðlíkahaldi av
Doktarahúsunum, Gestastovuni og Bakkasiggu.


Setanarviðurskifti
Alt eftir útbúgving og royndum verður starvið sett sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og
fíggjarmálaráðið.
Savnsvørðurin vísir til nevndina á bygdasavninum.


Kunning
Hevur tú spurningur um starvið, kanst tú seta teg í samband við Siri Andreasen, nevndarforkvinnu, á tlf
227844.


Umsókn
Umsókn saman við CV og møguligum prógvum og viðmælum skal vera Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavni í
hendi á telduposti doktarahus@gmail.com í seinasta lagi 01.03.2023

Facebook viðmerkingar