Kom við og lær at taka vakrar náttúrumyndir í Suðuroy
Leygardagin 13. mai 2023 skipar Visit Suðuroy fyri einum myndatúri saman við myndamanninum Finleif Mortensen.
Byrjað verður leygarmorgunin kl. 10.00 í Miðlatúni, har Finleif greiður stutt frá, hvat ein skal hyggja eftir og hvussu ein tekur eina góða náttúrumynd. Frá Miðlatúni fara okur at koyra runt til áhugaverd støð at taka myndir saman við Finleifi. Neyðugt er at hava bil við ella at koyra saman við øðrum. Suðuroyggin er kend fyri síni vøkru náttúruøkir, og tað sermerkta er, at tað er ikki neyðugt at ganga langt fyri at síggja bjørg og skorðar.
Hesin myndatúrurin er ókeypis, men ynskir Visit Suðuroy afturfyri, at luttakararnir lata 10 myndir frá hvørjum staðið til Visit Suðuroy at brúka. Myndafólkið verður kreditera, tá myndirnar verða brúktar.
Til túrin er best at verða ílatin eftir veðrinum og hava góðar gonguskógvar. Hav myndatól ella telefon við góðum myndatóli við. Túrurin er væntandi liðugur kl. 16.00, so ein lítil matpakki og vatn kemur nokk væl við.
Tilmelding fer fram á: info@vagur.fo í seinasta lagi 10. Mai 2023.
Um Finleif
Finleif Mortensen er føddur í 1965 og uppvaksin á Argjum. Hann er listamaður og arbeiðir burturav við list. Finleif hevur stóran áhuga fyri føroysku náttúruni, haðani íblásturin til málninga- og fotolist eisini kemur. Finleif gongur nógv í føroysku náttúruni, og hevur eisini givið út bøkurnar Kom upp á fjallatind og Tú alfagra land mítt, sum vísa hansara myndlist.
Facebook viðmerkingar