Meinigheitshúsið í Vági hevur fingið ymiskar ábøtur seinasta árið og tí verður húsið eisini meira brúkt enn áður.
Føst tiltøk eru so gott sum hvørja viku, men hesa komandi vikuna er Grannakaffi á skránni. Hetta tiltakið, ið er stuðulstiltak fyri Krabbameinsfelagið hevur áður verið í Meinigheitshúsinum og nú verður roynt aftur.
Tað eru konur í Vági, sum samlast hvørja viku og binda saman, ið saman við fólki úr Meinigheitshúsinum fara at skipa fyri.
Umframt kaffi, kakur og felagsskap vitjar eisini Rúni í Lágabø, sum hevur latið nakrar sangir framleiða og kemur hann at framføra hesar til grannakaffi.
Tiltakið er í Meinigheitshúsinum í Vági hósdagin frá kl. 15.00 til kl. 18.30 og eru øll hjartaliga vækomin at støkka inn á gólvið og lata eitt oyra.
Facebook viðmerkingar