Arbeiðsbólkurin, ið umboðar tær tríggjar kommunurnar í Suðuroynni Hvalba, Fámjin og Tvøroyri, sum ”enn” eru tær einastu kommunurnar í Suðuroynni, ið hava samtykt at velja limir í arbeiðsbólkin, ið skal kanna fyrimunir og vansar við sjálvbodnari kommunusamanlegging í Suðuroynni, hevur havt sín fyrsta fund, og hava tey 6 valdu umboðini skipaði seg soleiðis:
- Róin Schrøder, form. –valdur í arbeiðsbólkin av Hvalbiar bygdaráð
- Doris Bjarkhamar, næstforkv. –vald í arbeiðsbólkin av Tvøroyrar býráð
- Ólavur Rasmussen, skrivari. –valdur í arbeiðsbólkin av Hvalbiar bygdaráð
- Eyðdis Ellendersen, nevndarlimur. –vald í arbeiðsbólkin av Fámjins bygdaráð
- Herit Albinus, nevndarlimur –vald í arbeiðsbólkin av Tvøroyrar býráð
- Niels Jákup Trúgvason Nielsen, nevndarlimur. –valdur í arbeiðsbólkin av Fámjins bygdaráð
Tvøroyrar býráð samtykti einmælt hin 6. september 2022 at heimila Kristin Michelsen, borgarstjóra at taka stig til, at skipa fyri fundi við allar borgarstjórar í Suðuroynni, at viðgerða uppskot um sjálvbodna kommunusamanlegging í Suðuroynni. Tvøroyrar býráð mælti til, at allar kommunurnar valdu limir í ein arbeiðsbólk, sum skuldi fremja lýsing av hvørjari kommunu sær, av fyrimunum og vansum við sjálvbodnari kommunusamanlegging.
Allir 7 borgarstjórar í Suðuroynni luttóku stutt eftir á fundi, saman við kommunuskrivarum. Á fundinum var full semja um, at borgarstjóranir hvør í sær, legði fyriliggjandi uppskotið fyri tey 7 kommunustýrini í Suðuroynni, hvørt ynskið var um, at velja umboð í arbeiðsbólkin, við arbeiðssetninginum, at lýsa fyrimunir og vansar við sjálvbodnari kommunusamanlegging í Suðuroynni. Semja var eisini um, at arbeiðsbólkurin skuldi orða eina niðurstøðu til støðutakan hjá hvørjum kommunustýrið sær innan 31.desember 2023.
Eftirfylgjandi hava øll 7 kommunustýrini viðgjørt uppskotið, og við ársenda 2022 høvdu bert Hvalba, Fámjin og Tvøroyrar Kommuna samtykt einmælt at velja limir í arbeiðsbólkin.
Fyri at málið ikki skuldi steðgað upp, og fyri at komast skuldi víðari við ætlanina og ynskinum hjá teimum 3 kommununum sum hava samtykt, at velja limir í arbeiðsbólkin, bleiv einmælt samtykt av Tvøroyrar býráð í jan. 2023, at heita á Hvalbiar, Fámjins og Hovs bygdaráð, at arbeiðsbólkurin bleiv umboðaður við 2 limum valdir av kommununum, sum hevði fráboða, at tær tóku undir við ætlanini. (Hovs býgdaráð hevði uppá távernadi tíðspunkt ikki tikið endaligu støðu til uppskotið)
Eftirfylgjandi hava Fámjin, Hvalba og Tvøroyri hvør sær, einmælt samtykt at velja 2 umboð í arbeiðsbólkin, sum nú er skipaður og farin til verka.
Fámjins-, Hvalbiar- og Tvøroyrar Kommuna, hin 5. mars 2023