Í 2020 fóru Arnfinnur Bjarkhamar og Arnfinnur Thomassen í gongd við at skráseta øll staðarnøvnini í Vágs kommunu.
Endamálið við verkætlanin var at varðveita øll staðarnøvnini, sum spakuliga eru í gongd við at verða gloymd, og harvið varðveita ein týdningarmiklan part av søguni hjá Vágs kommunu.
Hetta arbeiðið varð liðugt í 2021 og eftirfylgjandi var ein almenn framsýning í Miðlatúni, har borgarar í Vági og onnur áhugaði fingu møguleika at síggja arbeiðið og koma við viðmerkingum um møgulig onnur staðarnøvn.
Vágs Kommuna hevur síðani skrásett øll staðarnøvnini talgilt, soleiðis at øll hava atgongd til hesi staðarnøvn. Talgildakortið yvir staðarnøvnini og kunning um verkætlanina er tøkt á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu, undir Bygging – Staðarnøvn ella við at trýsta á hetta leinki.
Á eldradegnum, sum Vágs Kommuna skipar fyri, verður eitt upplegg frá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar um staðarnøvn í Vági. Eldradagurin verður 11. mars í VB húsinum
Facebook viðmerkingar