Hesa seinastu vikuna hava áleggjarar frá fyritøkuni Epufloor verið og lagt rennibreytina í Marghøllini. Rennibreyt er kring fótbóltsvøllin, men harumframt eru eisini 4 geilir á 60 m., soleiðis at tilber at hava 60 m. renning og 60 m. rimarenning (hurdles) í Marghøllini.
Umframt renning, so er eisini lopgrøv, soleiðis at umstøður eru til longdarlop og 3-lop. Útgerð er eisini keypt til hæddarlop, sum eisini fær góðar umstøður í Marghøllini.
Rennibreytirnar á 60 m. eru gjørdar við altjóða mátum og útgerðin til frælsan ítrótt – start-blokkar, rimar (hurdles) og hæddarlop – er eisini IAAF góðkend útgerð.
Sostatt verða umstøðurnar til frælsan ítrótt í Marghøllin av teimum allar bestu. Umframt ítróttarfeløg, skúlar og fólk í Suðuroynni sum heild, sum fáa atgongd til góðu umstøðurnar, so eru tær fyrstu venjingarlegurnar fyri frælsan ítrótt eisini longu avtalaðar í Marghøllini, sigur Jens Petur Brattalíð, hallarleiðari.
Facebook viðmerkingar