Mánadagin 20. mars var Dennis Holm, landsstýrismaður, á vitjan hjá trimum fiskavirkjum í Eysturoynni. Byrjað var hjá Sjógæti á Eiði, síðan gekk leiðin til Høvdavirkið í Leirvík, áðrenn vitjað varð hjá Fiskavirkinum í Gøtu.
Hóast tær tríggjar fyritøkurnar allar hava virksemi innan fiskivinnuna, so er talan um rættiliga ymisk virkir.
Sjógæti á Eiði framleiðir fiskavørur bæði til føroysku húsarhaldini og til útflutnings, greiddu teir báðir Jóhannus M. Olsen og Hans Marius í Byrgi frá. Virksemið hjá Sjógæti fevnir um bæði fiskiskap (Sjógæti hevur í løtuni tveir útróðrarbátar), landing, kryvjing, framleiðslu og sølu av fiskavørum í Føroyum og uttanlands.
Høvdavirkið í Leirvík er mest kent fyri at turka høvd, ryggir og uggar til útflutnings, serliga til Nigeria. Men seinastu árini hevur Høvdavirkið eisini lagt seg eftir at menna nýggjar hágóðskuvørur, millum annað úr svartkjafti. Á vitjanini var nýggja flakalinjan til svartkjaft eisini ígongd og greitt varð eisini frá nýggja mjøl- og lýsivirkinum, sum er klárt at fara ígongd í vár. Eirikur á Húsamørk, stjóri, greiddi eisini frá teimum spennandi hágóðskuvørunum, sum tey virka á Høvdavirkinum úr turkaðum úrdráttum og beinleiðis til matna.
Á Fiskavirkinum í Gøtu tóku Páll Gregersen og Brandur Jacobsen, stjóri, ímóti og greiddu frá virkseminum. Fiskavirkið í Gøtu hevur útvið eina 100 ára søgu á baki við framleiðslu av hágóðsku saltfiskavørum til útflutnings, serliga til spanska og portugisiska marknaðin. Í áhugaverdari framløgu varð greitt frá, hvussu miðvíst verður arbeitt við at góðsku, úrtøku og menning.
Hetta var ein sera áhugaverd og gevandi vitjan hjá Sjógæti, Høvdavirkinum og Fiskavirkinum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, sum eisini leggur dent á, at tað hevur stóran týdning, at gott samband og samskifti er millum politiska myndugleikan og vinnuna, tí hetta er jú eitt týðandi grundarlag undir búskapinum og vælferðini í Føroyum.
Kelda: Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Facebook viðmerkingar