Eitt samt Løgting hevur í dag samtykt uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, um familju- og hjálparískoyti. Nú kunnu húski, ið eru fíggjarliga sperd fáa ein fíggjarligan styrk. Umframt at húski við lágum inntøkum, og sum ikki hava ognir av týdningi, kunnu søkja um hjálparískoyti, hækkar tað vanliga familjuískoytið í eitt tíðarskeið.
Øll húski – bæði barnafamiljur, fólkapensjónistar og onnur – kunnu søkja um hjálparískoyti, ið er ein eingangsstuðul á 12.000 kr. Familjuískoytið hækkar við 750 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið í tíðarskeiðinum frá juni og restina av 2023.
Sirið Stenberg fegnast um, at tað hevur eydnast at bera so skjótt at, og at Løgtingið á ein smidligan hátt hevur avgreitt málið.
Stavnhaldið, at persónliga vælferðin hjá føroyingum skal ávirkast sum minst av inflatiónini, kunnu vit øll semjast um, og við samtyktu lógini, meti eg, at vit á ein ábyrgdarfullan hátt røkka hesum málinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Facebook viðmerkingar