Aftur í ár er Vágs Kommuna við í Earth hour átakinum. Earth Hour heitur á øll um, at sløkkja ljósini klokkan 20.30 og ein tíma fram. Endamálið við átakinum er, at fáa fólk kring heimin at hugsa um verðurlagsdbroytingarnar og harvið umhvørvi. Í ár fellur Earth Hour á leygardagin 25. mars. Hendan leygardagin millum klokkan 20.30 og 21.30 sløkkir kommunan øll gøtuljós. Vágs Kommuna heitur eisini á borgarar um eisini at sløkkja ljósini hendan tíman. Harvið kunna okur vera saman um Earth Hour.
Hendan tíma hava vágbingar so møguleika at uppliva Vág í myrkri, uttan órógvandi ljós frá gøtuljósunum. Rørslufelagið Hvistan fer at skipa fyri einum gonguturi niðan á Gjógvarafjall, har gongufólki fær møguleikan at síggja útyvir Vág og Vágsfjørð uttan órógvan frá gøtuljósunum.
Farið verður frá Miðlatúni klokkan 20.00 og leiðin gongur vestur gjøgnum bygdina og niðan á Gjógvaráfjall. Á fjallinum verður hugna um við kakao og bollum, har eygleitt verður meðan ljósini verða sløkt. Øll eru vælkomin og er túrurin vælegnaður til børn eins og vaksin. Minnist til at hava endurskyn á.
Tilber at lesa meira um Earth hour á www.earthhour.org.
Facebook viðmerkingar