Kampingøkið í Vági hevur verið stongt í vetrarhálvuni, men nú 1. apríl letur Kamping Vágseiði upp aftur fyri vitjandi. Bíleggingin fer fram á netinum umvegis booklocal.fo ella heimasíðuna hjá kampingøkinum á vagur.fo. Hetta merkir, at tað ber til at bíleggja sær pláss til kampingvogn ella telt ómakaleyst og tá ein sjálvur hevur tíð.
Kamping Vágseiði liggur í vakra umhvørvinum við Vatnið í Vági. Stutt er til fótbóltsvøllin á Eiðinum, VB-húsið, Vágs Høll og vøkru náttúruna vesturi á Eiðinum. Ein rás er frá kampingplássinum til gøtuna, sum er runt Vatnið, og stutt er til gongu ella við bili inn í býin.
Allir hentleikar eru tøkir á kampingøkinum; el, vatn, atgongd til køk, vesi og brúsa, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskinmaskinu og turkitrumlu. Allir hentleikar á Kamping Vágseiði taka atlit til fólk við rørslutarni.
Tað er Visit Suðuroy, sum skipar fyri kampingøkinum. Visit Suðuroy heldur til á Vágsvegi 57. Tað ber eisini til at ringja á tlf 239390 ella skriva til info@vagur.fo.
Facebook viðmerkingar