Tað eru fá, sum vita, hvat viðurferst við atliti til Suðuroyartunnilin. Umrøddi tunnilin, sum er so kostnaðarmikil at byggja – men enn dýrari at lata fara framvið borðinum – elvir mongum høvuðbrýggj.
Fleiri búskaparfrøðingar halda, at tunnilsverkætlanin er skilagóð íløga. Tað veldst bert um, hvussu framskygd vit vilja verða.
Búskaparfrøðingurin, Magni Laksafoss, hevði framløgu um búskaparliga haldføri landsins í Løkshøll mikudagin hin 1. februar 2023.
Framløgumaðurin og búskaparfrøðingurin, Magni Laksafoss, metti, at tað er skilagott at seta skjøtul á Suðuroyartunnilin.
Hetta er í tráð við búskaparligu haldføriskanningina, sum “Danmarks Nationalbank” hevði frammi herfyri, har mælt var til at leggja íløgur í vegakervið.
Sama haldføriskanning vísti, at vit høvdu sera lága landskassaskuld (33 pct. av BTÚ).
Sí framløguna um Suðuroyartunnilin niðanfyri:
https://www.facebook.com/100000098281101/videos/1885363201825350/
Vit byggja land!
(Heimildin og keldan til sjónbandiđ: https://runavik.fo/…/stroyming-samgonguskjalid-and…
Við kvøðum
Snæbjørn Bærendsen
Facebook viðmerkingar