Eg lovaði at koma við rættingum, til allar feilirnar hjá SVF í sendingini 23.02.2023.
Byrjanin var, at Hansa Hansen frá SVF, sendir sms boð um, at hon skal gera sending, um sølu av makreli og svartkjafti hjá mær.
Hugsaði beinanvegin “hjá mær” nú bleiv tað AFTUR persónligt. Hetta fór at vera meira um persónin, og minni um kvotur, og rætt fekk eg.
Hon skrivar aftur, at hon vildi tosa við meg áðrenn innslagið, tí tað var best fyri meg. Men eg svaraði, at eg havi havt so ringar royndir av KVF, og tí vildi eg ikki tosa við tey.
Sendingin í SVF 23.02.2023.
Tíðindini vóru í stuttum um ein reiðara, sum seldi fiskiloyvir og politikarar sum hava gjørt eina serskattalóg, sum skal forða fyri “spekulatón”.
Alex Vilhelm seldi loyvir, fyri 65 milliónir krónur og eina menningarkvotu seldi Alex Vilhelm (sum partaeigari) fyri 16-18 milliónir krónur. Íalt seldi Alex Vilhelm loyvir fyri 80-90 milliónir krónur. Loyvini fingin fyri onki, seld við millióna vinningi.
Taks nevndi eitt dømi har søla var framd fyri 100 milliónir krónur, uttan at mótrokna keyp av kvotum.
Alex Vilhelm kundi fylla lummarnar við vinninginum, fyri sølu av loyvum fingin frá landinum, og so hevði Alex Vilhelm onga viðmerking til málið.
Næsta dag tann 24.02.2023, ringir telefon nr. 296547, eg kendi nummarið, tað var KVF Jón Brian Hvidtfeldt, men eg svaraði ikki. Tí eg var aftur bangin fyri at næstu tíðindini, aftur vóru skeivt endurgivin.
Seinni sama dag sendir SVF tíðindir um sølu av kvotum, har endurgeva teir nakað av søguni í SVF frá 23. februar, um reiðaran Alex Vilhelm úr Vági. At KEYPT RÆTTINDIR KUNNU DRAGAST FRÁ Í SKATTI. Nú er søga broytt, men hon bleiv ikki rættað heilt.
Jón Brian, hevur sikkurt funnið útav, at seldu loyvini hjá Alex Vilhelm vóru keypt, tí Taks fekk ikki hasar 50 milliónirnar í serskatti í Taks-døminum. Samlaði serskatturin hjá Taks var bert 9 milliónir krónur fyri árið 2021.
Niðurstøða av sendingini.
Tá sendingin var liðug, helt eg at hasin Alex Vilhelm var ein forferdiligur bandittur, hann spekulerar, seldi ókeypis kvotur sum hann hevur fingið, hann hevur tjent pening, fingið yvirskot, hann og reiðariið deilt peningin ímillum sín, siti á reyvini og tjent pening, uttan at fiska. Og so hevur Alex Vilhelm onga viðmerking til málið, hvat billar hann sær inn.
Ætlaði ikki at skriva, men fólk hava rætt til at fáa sannleikan, at vita um omanfyri nevnda tíðindastubba. Tí verður svarað aftur.
Tað er ikki rætt, at SVF av fríum vilja ger so nógvar feilir og villur. Bygdamaðurin Alex Vilhelm var nevndur við navni, sum ein annar, forbrydari og ólógligur búrkroppur.
Hevði Alex Vilhelm selt rúsevni, smugla, stolið, gjørt herverk, ja so var Alex Vilhelm ikki nevndur við navni.
Søgan og um søluna av kvotunum.
Fyrst má gerast klárt, at talan er um tvey ymisk feløg. Reiðaríið, sum keypti makrelkvoturnar, við undirfeløgum. Í øðrum lagi var talan um eitt turkivirki, sum Alex var lítil partur av. Hetta turkivirkið fekk tillutað menningarkvotu, at turka fisk á havnalagnum í Vági. Hesi feløg hava onki samband sína millum. Tí fari eg við hesum, at skriva meira um reiðaríið, tá eg jú onki hevði við rakstur av turkivirkinum at gera.
Síðan vit keyptu kvoturnar, minkaðu politikarar kvotur okkara við 70%.
Í tíðum har alt tað pelagiska tilfeingið bara vaks, og vaks, vóru vit einasta felag í landinum, har kvoturnar minkaðu.
Reiðaríið hevur ongantíð fingið nakrar kvotur. Kvoturnar vóru keyptar í ár 2014. Vit keyptu fleiri feløg, sum tilsamans høvdu 4.400 tons av makreli. Hetta skuldi vera grundarlag undir virksemi okkara, eitt makrelskip og ein djúpvatnstrolara. Men mongum brestur ætlan. Eftir ár 2014 minkaðu politikkarar okkara kvotu, heilt niður í 1.302 tons av makreli, ár 2019. Vit royndu at betra um kvotu grundarlagið, men ongin politiskur vilji var. Tí vóru vit noyddir, at selja kvoturnar, tá seinasta samgonga við sambandsflokkinum og fólkaflokkinum á odda, vildi hava loyvir á stál. Vit fingu ultimatum frá hesi samgongu: 1. Missa loyvini ella 2. selja loyvini (boðini vóru: selja tit so fáa tit serskatt). Politikararnir vistu at kvotur okkara vóru so smáar, at tilbar ikki at gera íløgur í skip, tí kvoturnar bóru ikki stálið, vit vóru noyddir at selja.
Greitt skal vera, at vit vildu ongantíð selja kvotunar.
Søgan í stuttum er tann, at síðani vit keyptu kvoturnar, minkaðu politikarar kvotu okkara við 70%, eftir fáum árum.
Í tíðum har alt uppsjóvar tilfeingið bara vaks, og vaks, vóru vit tað einasta felag í landinum, har kvoturnar minkaðu.
Tað hevur verið sera stór mótstøða ímóti okkum, ikki bara frá SVF.
Í seinastu samgongu misti Suðuroyggin 8 fiskiloyvir.
Seldu kvoturnar við halli.
Kvotur okkara í Baglhólmi, vóru seldar við dundrandi halli, skuldin var 95 milliónir krónur. Samlaðu kvoturnar hjá samtakinum Baglhólmi, vóru endaliga seldar fyri 57,5 milliónir krónur. Tá alt var avviklað, var skuldin 24 milliónur krónur. Samstundis fingu vit eina skatta og serskattarokning frá Taks uppá 12-18 milliónir krónur.
Hetta var sum, at vera sparkaður út úr vinnuni, við einum ongli í afturpartinum og góðum snøri í. Tí serskattur og skattur var krøktur á okkum, av tí at Taks noktaði okkum samskatting av partafelagsskatti, noktaði okkum samskatting av serskatti og noktaðu okkum frádrátt fyri keyptar kvotur.
Skattur og serskattur.
Sambært grannskoðarum, er hesin serskattur sera illa úr hondum greiddur, skattalógin var ikki gjørd liðug og tað visti Løgtingið eisini av. Samtakið Føroyskir Grannskoðarar, skrivaðu í brævið til Løgtingið/Fíggjarnevndina, tann 2. Juni 2020, at lógin hevði so nógvar manglar. Man hevði ikki tikið hædd fyri, keyp og sølu av partabrøvum, har loyvir vóru partur av keyptum kvotum, júst sum í okkara føri.
Aðrir manglar vóru eisini nevndir, í brævinum frá Føroyskum Grannskoðarum til Løgtingið/Fíggjarnevndina.
So til rætting til tíðindini tann 24.02.2023.
Tíðindastubbin hjá SVF tann 23.02.2023 var, sum væntað heilt burtur úr vón og viti, og hevði slett onki við veruleikan at gera. Tað var mest sum, alt ósatt í sendingini.
Nevnt var spekulatión og sleppa undan spekulatión í negativum anda. Eg haldi at øll fólk spekulera, nevn eitt menniskja sum ikki spekulerar, sum hevur okkurt at keypa ella selja, lærari selur vitan, arkitektur selur tænastu, advokatur selur tænastu, KVF selur tíðindir, øll selja okkurt.
Skattalógin forðar ikki spekulatión, tú mást gera tað sum er best, innan lógarinnar karmar, tað haldi eg øll vinnan ger, kalla tað spekulatión ella at vera framskygdur.
At turkivirkið sum fekk menningarkvotu á 5.500 tons, hevur selt kvotuna av svartkjafti, hevði onki við Alex Vilhelm at gera. Alex Vilhelm var ein minniluta eigari í felagnum, og Alex Vilhelm visti ikki av, at kvotan í hesum felagi var seld, fyrr enn ½ ár seinni. Tann einasti sum kundi selja hesa kvotu, var stjórin í felagnum.
Frihedsbrevet hevur skriva um hetta í grein. Stjórin hevur selt ella leiga kvotuna, tit kunnu kanna hvar peningurin er farin. Ein partaeigari kann ikki selja, ella gera nakran handil, tað átti SVF at vita, tilber at kanna hjá Skráseting Føroya, hvør bindir eitt felag, SVF kundi eisini spurt ein sakførara, hvussu slíkt hongur saman.
At menningarkvotan bleiv seld ella leiga fyri 16-18 milliónir krónur, kenni eg onki til.
Alex Vilhelm fekk heldur ongan pening stungnan í lumman í hesum føri.
At Alex sat á skrivstovu og tjenti pening uttan, at fiska sjálvur í ár 2020 og ár 2021, er bert at siga til sendingina, at tað eru so nógv, eisini í Føroyum, sum sita á skrivstovu og tjena pening.
Vit ynsktu bert at fáa fisk til 80-120 arbeiðspláss, men hetta vildu politikarar ikki. Hesi arbeiðspláss vildu givið nógvar inntøkur til landið, umframt ringvirkningar/multiplikatoreffektin av hesum, til oynna, land og kommunur.
At Alex Vilhelm verður siteraður fyri, onga viðmerking at hava til sendingina, er eisini ósatt, Alex Vilhelm vildi ikki tosa við KVF, tí royndirnar hava verið so ringar, av ósonnum tíðindum frá SVF.
Løgfrøðingur og politiið.
Annars bað løgfrøðingur meg um, ikki at tosa við SVF til sendingina 23.02.2023, men hetta sum SVF sendir var av so grovum karakteri, at eg mátti svara aftur.
Søgan um virkið sum fekk menningarkvotu á 5.500 tons, og sum hevur selt/leiga kvotuna er enda hjá løgregluni. Alex Vilhelm hevur ikki selt hesa kvotu, tað hevði hann ikki heimild til.
Men at Alex Vilhelm eisini fekk skuldina fyri søluna, var væntandi.
Hinvegin, var kvotan ikki seld ella leigað út, so var hon allarhelst mist. Tí kvotur skuldu á stál, og hendan kvotan var eisini so lítil, at hon bar ikki nakað skip.
Politiið helt, at eg ikki skuldi gera viðmerkingar til meldaða málið, men eg mátti, tími ikki at standa til svars, fyri ósannindir eisini her.
Frihedsbrevet skrivar í tíðindunum í grein tann 17. Januar 2023:
Baglhólmur keypti í ár 2014 felagið Ocean Group Faroes (OGF), sum átti makrelkvotu frá Thor Pf. og klæmint Olsen fyri kr. 31.649.494,- og seldi kvotuna til Kinnfelli Pf. fyri kr. 11.695.501,00, skattliga hallið aftaná søluna var kr. -9.818.777,00.
Taks góðkennir ikki at vit hava keypt kvotuna, sigur at vit hava ikki keypt, men fingið kvotuna, tí útskrivar Taks ein serskatt til OGF uppá kr. 5.847.750,39. Tvs. aftaná hall uppá -9,8 milliónur krónur, hækkar Taks skuldina við serskatti á 5,8 milliónur krónur. OGF gjørdist meira insolvent, eftir at politikarar kravdu kvoturnar seldar, senda politikarar, Taks til okkum við eini eyka serskatta rokning.
Øll síggja, sum Frihedsbrevet skrivar, at órættur er gjørdur her.
Taks hevur fingið prógv fyri útveganarvirði, seljari og keypari vilja eisini vátta søluna. Samb. sakførara okkara, hevur Taks fingið prógv fyri útveganarvirði vísandi til §4, stk. 5 í lógini um skatting av vinningi, frá sølu av veiðirættindum.
Lógin um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum, sigur: Stk. 5. Í førum har útveganarvirðið á rættindunum sambært stk. 2-4 ikki er bókað serskilt í roknskapi seljarans, áliggur tað seljaranum á annan hátt at skjalprógva útveganarvirði. Letur hetta seg ikki gera, verður útveganarvirðið sett til 0 kr.
Útveganarvirði var prógvað.
Frihedsbrevet skrivar júst tað sama, at talan var um keyp av kvotum, sum vóru seldar Kinnfelli Pf. Lesast kann meira um júst hetta mál í Frihedsbrevet frá 17. Januar 2023.
Fyri nøkrum árum síðani var eisini ein lóg gjørd, sum segði, at um loyvini ikki lógu á stáli innan 3 mánaðir, so misti vinnan loyvini, men hendan lóg bleiv broytt aftur soleiðis, at loyvini ikki vóru mist. Broytingin gekk akkurat ígjøgnum, við hjálp frá 2 tvøramonnum og einum runavíkingi. Okkara politikarar sambands- og fólkaflokkurin stemmaðu tá ímóti, at vit skuldu fáa loyvini aftur.
Sum tit síggja her, og frá sendingum sum KVF fyrr hevur sent, so hevur nógvur mótgangur, verið ímóti okkum og virksemi okkara. Tað hevur slettis ongin politiskur vilji verið, fyri at fáa virksemi á Suðuroynna aftur.
Mótstøðan ímóti Suðuroynni má steðga, Oyggin má fáast á føtur aftur.
Vinarligar heilsanir
Alex Vilhelm
Facebook viðmerkingar