Til minnis um Sigmund Olsen

Hin 5. apríl bórust boðini um, at okra góði vinur og sangari, Sigmundur Olsen, var farin í annað ljós… Hann hevur verið illa sjúkur í meira enn tvey ár. Nú orkaði hann so ikki meira. Hann var 64 ára gamal, nú hann legði árarnar inn. Virkin var hann, líka til sjúkan rakti.

Á allahalgannakonsertini 8. novembur 2020, sang hann solo í vakra sálminum «Aldri var sigurin størri enn tá» við orðum eftir H.A. Djurhuus og einastandandi lagi eftir tónaskaldið Knút Olsen.
Dagin eftir var hann á veg á Ríkissjúkrahúsið…

Síðan heystið í 1984 hevur hann sungið í kirkjukórinum Ljómi.

Okur hava havt so mangar ógloymandi løtur saman her á landi eins og uttanlands. Á sanganna veingjum á ævinleikans víddum.

Á kórstevnum og sangferðum við Kirkjukórinum Ljómi var hann altíð ein berandi rødd, sum líkasum legði botn í sangirnar hjá okum. Sum bass sangari var hann ein av teimum frægastu, sum land okkara hevur fostrað. Av og á sang hann fagran solosang t.d. tá ið okur sungu «Crucifixion» eftir John Stainer og «Á vónaveingjum» eftir Lisbeth Smedegaard Andersen og Erling Lindgren.

Sigmundur var sera skemtiligur at vera saman við – ikki minst, tá ið okur ferðaðust uttanlands. Okur høvdu mangar hugnaligar løtur saman. Hann var eitt ordans fólk og eitt fitt fólk, sum altíð var klárur við einari stuttligari viðmerking.

Hann var okum ein øgiliga trúfastur stuðul. Kórið kom altíð fram um annað. Nevndarlimur í Ljómi var hann fleiri skeið. Hansara partur lá sanniliga ikki eftir. Heimbygdini var hann eisini ein trúgvur tænari. Har var hann klokkari í 30 ár.

Á høkjum og við gongustativi sang hann við okum á minningar-konsertini fyri Niels og Jóannes Nolsøe á jóansøku í fjør.

Nú syngja teir allir í sama kóri…

Grundtvig sigur í sínum kenda páskasálmi:                                        

Páskablóma! megin sterk
er í tínum gula horni,
og sum við eitt undurverk
leskist eg á páskamorgni.
Morgunsól og fuglamál
drakk eg mær úr tíni skál;
deyðir vakna, eg man skoða
teir í páskamorgunroða.

Friður veri við minninum um Sigmund Olsen. Harrin styrki tykum øll, ið eftir sita.

                                                             

Kirkjukórið Ljómur                                                                                    

Facebook viðmerkingar