Ein góður vinur er farin


Ein góður vinur er farin um sýn. Ein góður maður og pápi, ein maður útyvir tað vanliga, er farin. Eg kom at kenna Sigmund, tá børn úr Porkeri komu í skúlan í Vági, at byrja í 6. flokki. Okur vórðu so heppin, at hann kom í okra flokk.

Tey søgdu ikki so nógv at byrja við, men teirra evnir, teirra atferð og teirra blíðskapur talaði fyri seg. Hann varð skjótur at læra at kenna, og seinni í lívinum fylgdist okur á skúla norðanfjørðs. Hann hevði sína ætlan, nakað sum kom at eyðkenna hansara framtíð, í máli, mentan og sangi. Hann gjørdist lærari, tó ikki í heimbygdini, men har hann byrjaði sína vaksnu skúlagongd, í Vági. Vágsbygd fekk nógv av Sigmundi. Hann kom í Ljóm, og skaraði framúr, bæði sum sangari og talsmaður fyri kórið. Hansara sera vøkru rødd komu nógv at kenna, bæði stór og smá.

Í Hoydølum sang hann eisini. Okur búðu saman í Hoydølum, so har fekk eg eisini høvi, at hoyra hansara evnir. Okur høvdu eitt gott lív saman, og samdust um flest gerandismál, og stuðlaðu hvør øðrum tá próvtøkurnar komu. Sum tíðin leið, varð je ofta vikuskiftir í Havn, men Sigmundur fór altíð suðureftir. Bert tá brúk varð fyri honum til sang og undirhald, kundi hann fara suður leygardag.

Hann kom eisini á pall í Framtíðini í Vági. Okur savnaðu pening til uttanlandaferð eftir skúlaenda, og eitt okur gjørdu til endamálið, varð sjónleikur. Okur framførdi Anniku úr Dímum, eftir Hans Andreas Djurhuus, og Sigmundur kom at spæla høvuðsleiklutin sum Ólavur, saman við Agnes. Við sínum lætta lyndi, og hvussu hann í álvara tók sína uppgávu, varð ein fragd at síggja.

Hann varð ein fragd at vera saman við í Rumenia, har hansara rødd og skemtiliga lyndið, varð væl samansjóða í felagskapinum.

Tað varð tungt at hoyra, at tú er farin. Men tá sjúka nívir, er kanska gott at fáa frið. Tú fert úr einum kóri, men tú kemur so sanniliga í eitt annað, har mamma mín tekur ímóti ter.

Djúpa samkenslu við tykum, ið eftir sita.

Friður verði við tær.

Kristin.

Facebook viðmerkingar