Rasmus Stensgaard, sum í løtuni er venjari hjá VB, skal komandi hondbóltsár verða venjari hjá U18 gentuliðnum hjá Team Esbjerg og verða hjálparvenjari hjá U14 gentunum.
Rasmus Stensgaard hevur hetta kappingarárið verið venjari hjá Hvonn-deildini hjá VB, umframt at hann hevur havt høvuðsábyrgdina fyri ungdómsdeildunum hjá VB. Rasmus hevur eisini verið atknýttur Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, har ein breyt er hondbóltsbreyt.
Nú er so greitt, at Rasmus Stensgaard eftir kappingarlok heldur áfram í danska felagnum Team Esbjerg.
Facebook viðmerkingar