Bygdalagið undir Skorðum er í útjaðaranum av Tvøroyrar kommunu. Privatu vatnfeløgini valdu fyri gott 30 árum síðani at binda seg í kommunalu vatnveitingina á havnarlagnum við leiðing omanfyri kirkjuna framvið bøgarðinum út til nýggja veg til Coma Pack. Soleiðis fekk býlingurin reinsað vatn frá vatnverkinum á Rananum í Trongisvági. Økta nýtslan á havnarlagnum gjørdi tó veitingina óstøðuga. Í 2013 samtykti Tvøroyrar Býráð at seta upp eitt reinsiverk í Støðlunum at taka sær av hesi veiting. Vatnleiðingirnar í býlinginum vóru partvís millum 40 og 60 ára gamlar, og varð tí byrjað í 2016 at endurnýggjað eldra partin. Hetta arbeiðið er nú liðugt í februar.
Nógvir lekar eyðkendu nýtsluna, sum viðhvørt kundi svara til eina meðalstóra føroyska bygd. Eftir endurnýggjanina er nýtslan minkað niður í millum ein triðing og ein fjórðing. Eisini eru sannførindi fyri at eingin gomul veiting er knýtt at núverndi neti.
Tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu hevur staðið fyri arbeiðnum, og saman við dugnaligum starvsfólkið hevur tað eydnast at vísa á at sparingar í vatnnýtsluni vegna lekar eru sparingar í krónum, umframt at vatngóðskan er betur tá lekar ikki gera veitingarskipanina ótrygga.
Á myndunum síggjast Mogens Petersen, ið hevur verið ein týðandi partur av verkætlanini, umframt stabbamynd av náttarnýtsluni undir Skorðum.
Kelda tvk.fo
Facebook viðmerkingar