Video: Suðuroyarkabarettin góð skoðsmál

ByDennis Holm

24. februar 2018

Fríggjakvøldið var undansýning til Suðuroyarkabarettina, sum verður frumsýnd í SALT leygarkvøldið. Talan er um eina fantastiska góða kabarett, sigur Torgerð Suðuroy.

Eg haldi at tað var ein fanstastiska góð kabarett og eg vil mæla øllum til at fara til hesa kabarettina og eg eri vís í, at øll fara væl nøgd heim, tí hetta er ein virkuliga góð kabarett. Og eg ivist ikki í, at tað verða nógvar eykasýningar, tí hetta er ein góð kabarett, sigur Torgerð Suðuroy, sum var til undansýningina av Suðuroyarkabarettini í SALT fríggjakvøldið.

Eykasýningar 1. mars og 3. mars

Útselt er til sýningarnar leygarkvøldið og sunnukvøldið, men eykasýningar verða tórskvøldið 1. mars og leygarkvøldið 3. mars og atgongumerkir fáast á https://www.atgongumerki.fo/

https://www.facebook.com/ElisabethNHammerfoss/videos/1012179658920920/

Facebook viðmerkingar