Kreativur verkstaði í Suðuroynni

Sunnudagin frá kl. 13.30 til kl. 17.00 ber aftur til at fara á sera spennandi kreativa verkstaðin í Suðuroy, sum er í bygdaskúlanum í Hovi. 

Sunnudagin fer kreativi verkstaðurin at gera ymiskt úr gipsi, hugskotini eru mong og bert hugflogið setur mørk. Tú kann m.a. gera figurar, skálir og krukkur, hondprent, páskapríði og mangt annað.

Luttøkugjaldið er bert 50 kr. og fyri 15 kr. kanst tú keypa tær drekkamunn og dagsins køku.

Tað eru Siri og Laura, sum standa fyri kreativa verkstaðnum.

Facebook viðmerkingar