Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, Veðurstovu Føroya. Bárður A. Niclasen, deildarleiðari, og starvsfólk á Veðurstovuni tóku ímóti. Tey greiddu frá virkseminum á Veðurstovuni og áhaldandi arbeiðinum við at menna Veðurstovuna og tænasturnar, sum Veðurstovan bjóðar.
“Arbeiðið hjá Veðurstovuni at menna betri og meira álítandi veðurforsagnir fyri allar Føroyar hevur stóran týdning fyri trygdina og gerandisdagin hjá føroyingum, og ikki minst hjá vinnum á sjógvi og landi. Starvsfólkini á Veðurstovuni gera eitt stak gott arbeiði, og eg fegnist um, at tað hevur borið til at hækka játtanina til Veðurstovu Føroya á fíggjarlógini fyri 2023, soleiðis at Veðurstova Føroya framhaldandi kann mennast okkum øllum at frama.” Sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Fyri meira kunning um Veðurstovuna og at síggja veðurforsagnirnar vitja www.vedrid.fo
Kelda: Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Facebook viðmerkingar