Listaframsýning við Palle Lykke Julsgart

Palle Lykke Juulsgart hevur í hesum døgum eina listaframsýning í Miðlatúni. Framsýningina kallar Palle fyri Lysets Facetter.

Palle hevur mála alt lívið og hevur undirvíst í málningalist og tekning í útvið 30 ár. Hann eigur og rekur Gallarí Oyggin, sum liggur á Tvøroyri. Palle hevur havt nógvar framsýningar, bæði í Føroyum og Danmark.

Listaframsýningin er opin í opningstíðini hjá Miðlatúni og hongur upp til 14. apríl.

Facebook viðmerkingar